klippikort.fo

  • Um síðuna
  • Ferðslulógin
  • Politiið
  • Akstovan
  • Vinnumálaráðið
  • Landsverk
  • Ráðið fyri Ferðslutrygd

Hvat fái eg eitt klipp (stig) fyri?

Tú fært eitt klipp, um tú t.d. brýtur ferðmarkið við persónbili undir vanligum umstøðum við 21 km/t ella meira, koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar ella ikki syrgir fyri, at ferðandi í bilinum undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina.

| Les meiri... |

Kann eg fáa fleiri klipp (stig) eina ferð?

Ja, tað kanst tú gott. Tað verður ikki givin avsláttur fyri at fremja fleiri brot samstundis.

| Les meiri... |

Hvat er eitt klipp (stig) – og hvussu leingi er tað galdandi?

Fært tú eitt klipp, verður tað skrásett hjá politinum. Koyrikortið verður ikki klipt sundur. Hvørt klippið verður strikað aftaná 3 ár.

| Les meiri... |

Hvat er ein treytað frádøming?

Um tú klárar eina eftiransandi koyriroynd (tvs. bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd), sleppur tú at varðveita koyrikortið. Eftir hetta hevur tú eina royndartíð í 3 ár.

| Les meiri... |

Hvat er eitt koyriforboð?

Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni, fyri styttri enn 3 árum síðani, eru reglurnar fyri teg herdar. Tú fært eitt koyriforboð longu aftaná 2 klipp og skal lata koyrikortið frá tær. Fyri at fáa koyrikortið aftur skal tú til nýggja frálæru og nýggja teori- og verkliga koyriroynd.

| Les meiri... |

Hvat er ein treytaleys frádøming?

Tú skal lata koyrikortið frá tær og rætturin til at koyra bil verður tikin frá í eitt tíðarbil. Hereftir skal tú upp til nýggja teori- og verkliga koyriroynd.

| Les meiri... |

Eru serligar reglur fyri lastbilar og bussar?

Tey brot, sum telja við í klippikortinum, eru eisini galdandi fyri lastbilar og bussar. Tó eru reglurnar um brot á ferðmarkið harðari enn fyri persónbilar.

| Les meiri... |

Hví eru reglurnar um klippikortið settar í gildi?

Reglurnar um klippikortið eru settar í gildi fyri at minka um talið av teimum, sum láta lív og fáa álvarligt mein í ferðsluni. Her kanst tú lesa eitt sindur um, hvussu klippikortið varð sett í verk.

| Les meiri... |

The Penalty Point System


| Les meiri... |

    Yvirlit

    • 1. Hvat fái eg eitt klipp (stig) fyri?
    • 2. Kann eg fáa fleiri klipp (stig) einaferð?
    • 3. Hvat er eitt klipp (stig) - og hvussu leingi er tað galdandi?
    • 4. Hvat er ein treytað frádøming?
    • 5. Hvat er eitt koyriforboð?
    • 6. Hvat er ein treytaleys frádøming?
    • 7. Eru serligar reglur fyri lastbilar og bussar?
    • 8. Hví eru reglurnar um klippikortið settar í gildi?
    • 9. The Penalty Point System

    Tak niður

    Tekstin um klippikortið á heimasíðuni (pdf)
    Framløguna á tíðindafundinum (pdf)
    Faldarin (pdf)
    Vegleiðing frá Politinum (pdf)
    Tíðindaskriv 14.07.08 (pdf)


© klippikort.fo · RSS Feed
Design by Luka Cvrk · Wordpressed by Ericulous